Um Stóra Pakkhús

Stóra Pakkhús, mentanarhúsið í Suðuroynni

Í 1999 keypti eitt felag í Vági Stóra Pakkhús við tí fyri eyga at seta húsið í stand og gera tað til eitt mentanarhús við tiltøkum fyri øllum aldursbólkum og einum so breiðum skara av fólki sum gjørligt.

Síðan 2001 hevur Stóra Pakkhús virka sum eitt marg-mentanarhús við einari langari røð av tiltøkum av ymiskum slagi á skránni.

Stóra Pakkhús er í trimum hæddum við miðhædd, segllofti og kjallar.

Miðhæddin í Stóra Pakkhúsi Tiltøkini í miðhæddini í Stóra Pakkhúsi fevna serliga um tónleikatiltøk, hugna- og matkvøld, fundir og seminar, brúdleyp og føðingardagar, framløgur av ymiskum slagi (m.a. í smb. við bókaútgávur), umframt at fyrilestrar og framsýningar eisini eru á skránni. Og ikki minst, so hevur enskur- og champions league fótbóltur verið vístur í miðhæddini.

Sjósavn á Seglloftinum Sum partur av Vágs Sóknar Bygdasavni hevur sjósavn verið á Seglloftinum í Stóra Pakkhúsi, har framsýningar við atliti til sjógvin eru í summar hálvuni (frá mai til september). Seglloftið í Stóra Pakkhúsi verður annars í vetrarhálvuni brúkt til dans, fyrilestrar, framløgur og fundir o.t.

Kjallarin Kjallarin hevur verið brúktur til nógv ymisk endamál. Millum annað eru fleiri av gomlu grindabátunum umvældir í kjallaranum. Í kjallaranum eru eisini umklæðingarrúm v/brúsum og vaskimaskina og turkitrumla, og hevur kjallarin eisini verið brúktur í smb. við venjing hjá Vágs kappróðrarfelag og í samband við vitjanir hjá bátafeløgum.

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *