Søgan

Stóra Pakkhús, bygt í 1901

Sambært skjølum hjá handilsfyritøkuni A/S J. Dahl, Gørðum, er Stóra Pakkhús á Gørðunum í Vági bygt í 1901. Í bókini, Garðahandilin 125 ár stendur soleiðis:

Tvey pakkhús vórðu bygd á Skammýri, tað vestara í 1898 og tað uttara í 1901, og tey høvdu jarntak. Tað var nakað nýtt tá í tíðini. Vit kunnu nevna, at takið til tað vestara pakkhúsið kostaði kr. 150,00 og til tað uttara kr. 224,32. Mourits Joensen laðaði grundirnar. Hann var grótmaður burturav, slektaður norðan av Oyri, men var komin til Vágs við argjamonnum, tá skúlin varð bygdur. Grundirnar til vestara pakkhúsið arbeiddi hann uppá í 28 dagar, og fyri tað fekk hann kr. 84,00. t.v.s. 3 krónur um dagin. Annars var vanliga daglønin hjá arbeiðsmonnum um hesa tíðina kr. 2. Hinir, sum arbeiddu uppá pakkhúsið, vóru Dánjal á Skála, feðgarnir Poul við Ósagarð yngri og eldri, Stovar bóndi, Friðurin, Strøm og Magnus við Misá. Vindeyguni smíðaði Andrias Jensen í Sumba, viðingurin nevndur. Og tá ið hetta vestara pakkhúsið stóð liðugt, kostaði tað kr. 1261,68. Tað uttara pakkhúsið, sum var størri, kostaði, tá tað stóð liðugt, kr. 2225,18, og smíðilønin var kr. 190,00. Seinni varð hetta pakkhúsið lyft upp og bygt varð uppí eisini.

Lítið er at ivast í, at talan er um tey bæði pakkhúsini, sum enn standa upp á Skammýri. Tað vestara og minna pakkhúsið, sum er fast í vaskiskúrinum á Gørðunum, núverandi Suðuroyar Ullvirki, og tað uttara og størra pakkhúsið, Stóra Pakkhús.

Stóra Pakkhús útbygt í 1915 Umleið 15 ár eftir at Stóra Pakkhús varð bygt, hava Garðamenn helst mett, at tørvur hevur verið á einum størri pakkhúsi. Pakkhúsið, sum varð bygd í 1901 vendi (at kalla) norður-suður – og varð í 1915  nýtt pakkhús bygt, sum vendi eystur-vestur, eins og tað ger í dag. Tað gamla pakkhúsið varð tikið niður og flutt til Hovs – og er í dag, tað vit kenna sum gamla krambúðin hjá Garðamonnum í Hovi, sum lat upp sum Savnið á Mýri í 2008.

Tá farið varð undir umvælingarnar av Stóra Pakkhúsi í 2000, funnu vit eitt bretti millum skins og hold, har tað stóð skrivað “Bygget i 1915 af alle dem der ikke var med?”. Onkur meinar, at talan er um humorin hjá Magnus Dahl á Gørðunum.

Stóra Pakkhús nýtt til alskyns endamál Stóra Pakkhús hevur verið nýtt til alskyns virksemi í skiftandi tíðum og umstøðum. Tað kann nevnast, at í pakkhúsinum hava m.a. segl verið seymaði á Seglloftinum, menn hava egnt í miðhæddini og í kjallaranum. Miðhæddin og kjallarin hava eisini verið brúkt sum goymslur, m.a. varð rúsdrekka goymt her. Eftir at Garðabrúgv varð bygd, er greitt, at alt økið vesturi á Gørðunum hevur verið miðstaður fyri fyritøkuni hjá A/S J. Dahl og tí eisini miðstaður í Vági.

Tey seinnu árini frá umleið 1980 og frameftir, varð at kalla bara kjallarin á Stóra Pakkhúsi brúktur sum goymsla, og var sement og fóðursølan hjá garðamonnum eisini her í eina tíð. Eftir at fyritøkan A/S J. Dahl fór á húsagang forfall Stóra Pakkhús meiri og meiri – var bara spurningur um tíð, áðrenn húsið mátti takast niður. Men hetta hendi til alla lukku ikki.

Endurreising av Stóra Pakkhúsi Í november 1999 verður Stóra Pakkhús lýst til sølu. Seljari er Sp/f Handilin á Gørðunum við D. J. Vilhelm, sum hevði keypt ognirnar hjá A/S J. Dahl á Gørðunum. Stóra Pakkhús, sum um hetta mundi er sera illa farið, hevði sæð betri dagar. Húsini stóðu nærmast til at rapa, við at vindeygu, klædningur og tak næstan ikki vóru til meir. Tó ikki verri enn so, at varð okkurt bráðfeingis fingið í lag, stóðu húsini til at bjarga. Soleiðis sær Felagið Stóra Pakkhús dagsins ljós hin 23. des. 1999, við tí endamálið at umvæla, varðveita og reka Stóra Pakkhús. Felagið verður at skipa so fyri, at húsini verða sett í uppruna stand soleiðis, at hesin týdningarmikli parturin av søguni um skipsfiskiskapin í bygdini verður varðveittur fyri eftirtíðina. Eisini er ætlanin at húsini skulu kunna húsa so fjølbroyttum virksemi sum gjørligt. Í felagnum eru umboð fyri Vágs Kappróðrarfelag, Vágs Sóknar Bygdasavn, Johanna TG 326, Felagið Garðabrúgv, Grindabátafelagið og Nýggjársnevndina. Nevndin setir sær fyri, at fremja endamálsorðingina hjá felagnum sum skjótast.

Í tøttum samstarvi við Føroya Fornminnissavn og Vágs kommunu verður alt arbeiði fingið frá hondini. Stórur partar av umvælingar arbeiðinum varð gjørt av handverkarum, men harumframt hava umleið 70 fólk sjálvbodin hjálpt til í so at siga øllum stigum av umvælingini. Húsini stóðu partvíst liðug 19. okt. 2001, tá húsini eisini lótu upp alment. Tær seinastu umvælingarnar (gólvið á Seglloftinum) og kravdu broytingar í smb. við brunatrygd vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum februar – apríl 2003.

 

Stóra Pakkhúsi í dag

Stóra Pakkhús er við sølu á vári 2003 vorðin ein partur av Vágs Sóknar Bygdasavni. Í hesum er eisini latið upp sjósavn á Seglloftinum í Stóra Pakkhúsi, og er savnið opið í summarhálvuni, frá mai til september.

Felagið Stóra Pakkhús heldur eisini til í húsunum og skipar fyri fjølbroyttum virksemi við tónleiki, undirhaldi fyri børnum, tilkomnum og eldri, framsýningum, fyrilestrum o.s.fr.

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *