Spurnakapping millum arbeiðspláss

Stóra Pakkhús innanLeygarkvøldið 12.mars kl. 21:00 verður skipað fyri einari spennandi spurnakapping í Stóra Pakkhús í millum arbeiðspláss, eindir og stovnar í Vági.

Tað verður skipað soleiðis, at hvørt arbeiðspláss ger sín egna bólk, sum er mannaður av minst 3 og í mesta lagið 5 starvsfelagum. Øll eru annars vælkomin við sum fjepparir.

 

Vinningurin er, at alt arbeiðsplássið, hjá vinnandi bólki, kann fara á Hotel Bakkan, til ein lekran betri bita. Bólkurin velur sjálvur, hvat kvøld tað skal verða, saman við Bakkanum.

 

Kostnaðurin fyri at luttaka er 300 kr. fyri hvønn bólk og har aftur at 30,00 kr. fyri hvønn einstakan. Tað vil siga, um tikor eru 12 á arbeiðsplássinum, er kostnaðurin 300 kr. + (12 x 30 kr.) = 660 kr.

 

Dagfinn Olsen kemur at skipa fyri kappingina.

 

Tilmelding til rogvikaerbech@yahoo.com

 

Seinasta freist er ónskvøldið 9.mars kl 21:00

 

 

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi. Bogmærk permalinket.