Atgongmerkini til Harraborðhaldið

Stóra Pakkhús harraborðhaldLeygardagin 27. februar verður árliga Harraborðhaldið í Stóra Pakkhúsi. Og atgongumerkini verða seld í Stóra Pakkhúsi fríggjakvøldið 19. februar kl. 17.

Á skránni til Harraborðhaldið er góður matur, felags sangur og undirhald.

Í ár fer Mortan Petersen at standa fyri undirhaldinum. Eisini verður á skránni spurnarkapping undir heitinum “árið sum fór”.

Eftir borðhaldið í Stóra Pakkhúsi verður farið vestur á Eiðið í dans, har Kvinnuborðhald er. Til dansin spæla Hans Jacob & Vinmenn.

Atgongumerkini til Harraborðhaldið kosta 200,- kr.

 

Dette indlæg blev udgivet i Tíðindi. Bogmærk permalinket.